12 stig og hildið málið reint í fýra dystum

(FM1) Gongdin er góð hjá NSÍ í seinnu hálvu. Høvuðsvenjarin fegnast um tað, men nú skal haldast fast um gongdina

NSÍ er formliðið í seinnu hálvu. Liðið hevur vunnið fýra av fýra dystum, og hevur ikki latið nakað mál inn hesar fýra dystirnar.

 

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagge" Hentze er eisini glaður um gongdina, men hann slær fast, at liðið ætlar ikki at hvíla í gongdini, men heldur byggja uppá hana.

 

Um 2-0 sigurin ímóti Skála í dag sigur Bagge, at NSÍ átti at havt skorað fleiri mál í fyrra hálvleiki og avgjørt dystin fyrr.

 

Nú fer NSÍ at vitja AB hóskvøldið, og har ætla teir at syrgja fyri at hildið verður fast um góðu gongdina.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Bagga aftaná 2-0 heimasigurin hjá NSÍ ímóti Skála fyrr í dag. 

 

Samrøðan FM1 gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen hoyrist HER