12 ára gamal drap foreldrini

Fólk í býnum Burlington spyrja nú, hvussu hetta kundi henda. Familjan var trúgvandi og limir í lokalu evangelisku fríkirkjuni, har børnini gingu í sunnudagsskúla. - Hin 12 ára gamli var ógvuliga hjálpsamur, sigur presturin. Ein 12 ára gamal drongur í býnum Burlington í Colorado er nú ákærdur fyri at hava skotið og dripið bæði foreldur síni.

Tvey yngri systkin, Sara, sum er fimm ár og Ethan, sum er níggju ár, vórðu eisini álvarsliga særd av skotum og knívi undir syrgiliga tilburðinum.

Marilyn (51) og Charles (50) Long vórðu funnin deyð heima, eftir at 12 ára gamli sonur teirra ringdi á neyðsentralin. Nakrar tímar seinni varð sonurin tikin og skuldsettur fyri drápini.

Tað er Denver Post, sum ber hesi skelkandi tíðindi.

Eftir tilburðin setti løgreglan eina umfatandi kanning í verk, og fáar tímar eftir komu boðini um, at hin 12 ára gamli varð handtikin.

Sambært lóg í Colorado kann drongurin, sum í løtuni er á einum ungdómsstovni, verða ákærdur sum vaksin.

Fólk í býnum Burlington spyrja nú, hvussu hetta kundi henda. Familjan Long var trúgvandi og limir í lokalu evangelisku fríkirkjuni, har børnini gingu í sunnudagsskúla.

- Hin 12 ára gamli var ein ógvuliga hjálpsamur drongur við einari góðari persónligheit, sigur presturin, Ron Lee, við Denver Post.