Bílegging
Fyritøkan KJ Hydraulik á Kambsdali er serliga kend fyri tað, sum navnið sigur – at arbeiða við hydraulikki í breiðari merking. Men fyritøkan hevur eisini so nógv annað virksemi undir sínum hatti, eitt nú maskinarbeiði, arbeiði við spølum, kranum og ymiskar instaleringar, umframt at felagið umboðar útbúnað og ymiskar nisjuvørur, sum vit kunnu rópa tær.
Í nógv ár hevur KJ Hydraulik eisini verið veitari innan føroysku alivinnuna við eitt nú aliringum og fóðurkanónum.
Søgulig bílegging
Jóannes Mørkøre, sølumaður, sigur, at fyritøkan í løtuni hevur bíleggingar upp á aliringar fyri tilsamans 12 miljónir krónur.
- Tað eru trý føroysk feløg, ið hava umbiðið hesar ringar, sum skulu gerast og leverast í hesum árinum.
Sølumaðurin sigur, at bíleggingarnar snúgva seg bæði um aliringar til smolt og vaksnan fisk, og talan er um ymiskar støddir.
- Aliringarnir til smolt eru vanliga 90 metrar í ummáli – og 128 metrar til vaksnan fisk.
Jóannes Mørkøre sigur, at KJ Hydraulik skal leita nógv ár aftur í tíðina, áðrenn fyritøkan finnur eina bílegging til føroysku alivinnuna, sum er eins stór og hendan.
Tá alivinnan letur KJ Hydraulik eina so stóra bílegging til ringar, merkir tað, at Vónin í Fuglafirði, sum ger nótir, eisini fær eina bílegging, ið kanska liggur um einar 4-6 miljónir krónur.
- Umtalaðu 12 miljónir krónurnar er bara okkara partur av bíleggingini, sigur Jóannes Mørkøre.
Seks mans
Sølumaðurin sigur, at KJ Hydraulik hevur gjørt ringar til alivinnuna heilt síðan tíðliga í nítiárunum.
- Í løtuni hava vit einar seks mans, sum burtur av arbeiða við at gera aliringar. Rørini, sum eru millum 250 og 450 mm. tjúkk, koma úr útlandinum og tað koma besløgini til aliringarnar, sum eru úr galvaniseraðum jarni, eisini.
Jóannes Mørkøre sigur, at umframt at vera veitari av aliringum til føroysku alivinnuna, hevur KJ Hydraulik eisini selt ringar til toskaaling í Íslandi.
- Vit hava í miðal framleitt einar seks aliringar til Íslands um árið og hava soleiðis havt meginpartin av íslendska marknaðin.
Hann sigur, at í sínari tíð framleiddi KJ Hydraulik eisini aliringar til íslendska laksaaling, men sum skilst, eydnaðist laksaalingin í Íslandi einki serligt, tí hitin í sjónum er ikki serliga væl egnaður til hesa aling.
- Aliringarnir, sum vit hava selt til Íslands, eru á stødd við ringarnar, sum vit framleiða til føroyska smoltaling, leggur hann aftrat.
Jóannes Mørkøre sigur, at KJ Hydraulik hevur ongar trupulleikar havt við at fáa pening frá íslendskum keyparum.
- Tað, sum vit hava sæð í hesum samstarvi, eru íslendskar fyritøkur góðir gjaldarar, sigur sølumaðurin.