12 fótbóltslandslið stríðast um trý tey seinastu EM-plássini

Ísland og Finnland eru millum tey 12 landsliðini, ið hava møguleika at vinna seg til EM-endaspælið í fótbólti gjøgnum Nations League

Seinnapartin klokkan 17 verur ein dystur, og í kvøld klokkan 19.45 vera fimm dystir leiktir í hálvfinalunum í Nations League deild A, B og C. 

 

Vinnararnir møtast í einari finalu, har finaluvinnarin tryggjar sær pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi í summar. 

 

Sostatt greiðir Nations League EM-gøtuna fyri trý fótbóltslandslið, og tí er tað tápuligt at pástanda, at Nations League ongan týdning hevur. 

 

Í deild A eru dystirnir Póland-Estland og Wales-Finnland.

 

Í deild B eru dystirnir Ísrael-Ísland og Bosnia Hersogovina-Ukraina.

 

Í deild C eru dystirnir Georgia-Luksemborg og Grikkaland-Kasakstan.

 

Georgia og Luksemborg spæla klokkan 17. Hinir fimm dystirnir vera allir leiktir klokkan 19.45. Dysturin millum Ísrael og Ísland verur leiktur á uttanveltaðum vølli í Ungarn. 

 

Hesi londini hava higartil vunnið seg til EM-endaspælið:

 

  • Spania
  • Skotland
  • Frakland
  • Niðurlond
  • Ongland
  • Italia
  • Turkaland
  • Albania
  • Kekkia
  • Belgia
  • Eysturríki
  • Ungarn
  • Serbia
  • Danmark
  • Slovenia
  • Rumenia
  • Sveis
  • Portugal
  • Slovakia
  • Týskland
  • Kroatia
  • Play Off vinnari úr Nations League A
  • Play Off vinnari úr Nations League B
  • Play Off vinnari úr Nations League C