12 fáa útoyggjastuðul

Skulu menna ein góðkendan hjall og fullføra hagreiðingarhúsið í Hattarvík við útoyggjastuðuli

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur eftir tilmæli tikið avgerð um geva 12 verkætlanum og tiltøkum í 2015 útoyggjastuðul. Útoyggjastuðulin hevur til endamáls at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar.

 

Millum tær umsóknir sum hava fingið játtað stuðul er ein verkætlan, sum skal staðfesta, hvussu ein heilsufrøðiliga góðkendur hjallur eigur at vera. Hvat skal til, fyri at fáa ein brúktan hjall góðkendan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir nýggju matvørulógini. Úrslitið skal brúkast til at dagføra jarðarbrúkið á útoyggj, og sum kunning og dokumentatión á ráðstevnuni “Ræst í oktober 2015”. Tað er Útoyggjafelagið, sum stendur fyri verkætlanini.

 

Ein onnur verkætlan, sum eisini hevur fingið stuðul undanfarin ár, og nú fær stuðul at gera verkætlanina lidna, er at gera eitt Hagreiðingarhús í Hattarvík. Endamálið við Hagreiðingarhúsinum er at menna umstøðurnar á staðnum, soleiðis at tað verður møguleiki fyri at hagreiða framleiddar vørur á garðinum. Tað er Símun Gullaksen, festari, sum stendur fyri verkætlanini. Væntandi ber til at víðka virksemið til at slátra og hagreiða fyri onnur seyðahald í oynni, við víðari sølu fyri eyga. Festarin samstarvar við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um at fáa eina góðkenning av húsinum, sum sláturhús.

 

Onnur sum fáa stuðul eru verkætlanin “Gist og List í Mykinesi”, Bátasavnið í Svínoy, Útoyggjafelagið til virksemi felagsins, og stuðul at endurreisa niðurdottin torvhús í Svínoy og til at varðveita neyst og bátar í Skúvoy.

 

Tilsamans fekk Almannamálaráðið 14 umsóknir.