Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronusmittuni. Hetta byggir á í alt 12.750 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronusmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 6.353 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.