Árið í ár hevur verið sera blóðugt í Meksiko. Í gjár kunngjørdi almenni ákærin, Arturo Chavez, at higartil í ár hava 12.465 fólk latið lív í sambandi við skipaðan kriminalitet. Í meðal eru sostatt meiri enn 30 fólk myrd um dagin.
Uppgerðin hjá ákæranum vísa, at síðani Felipe Calderon tók við sum forseti fyri fýra árum síðani, hava 30.196 fólk latið lív í sambandi við skipaðan kriminalitet. Í hesum sama tíðarskeiði hava myndugleikarnir lagt hald á ymisk rúsevni, sum høvdu givið eigarunum einar 60 milliardir krónur á gøtuni.
Tey seinastu árini hava herurin og løgreglan hert bardagan við rúsevnaharkaliðini, og sambært almenna ákæranum hevur hetta gjørt, at nú eru harkaliðini farin at berjast ímóti hvør øðrum.










