Endamálið við at merkja tosk er at kanna ferðamynstur og vøkstur hjá toski á føroyska landgrunninum. Á túrinum verða fiskarnir vigaðir og longdarmátaðir, eins og tíð og positión verður niðurskrivað fyri hvar og nær, teir eru sleptir aftur, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Merkini, sum verða nýtt, eru floymerki, eisini nevnd spaghetti-merki. Merkingarøkini eru býtt út á Landgrunnin. Tað eru tey somu hvørt ár, og eru í høvuðsheitum hesi: Á Mýlingsgrunninum, Vesturi á Bønum, vestan fyri Skúvoynna og eystanfyri.
Undir einum kunnu tey trý fyrst nevndu økini kallast vestanfyri.
##med2##
Í Talvu 2 sæst miðalkonditiónsfaktorurin fyri tey ymsu økini, eins og miðallongdir. Vanliga er toskurin rímiliga væl fyri um heystið við einum konditiónsfaktori, sum oftast liggur oman fyri 1.
Í ár var toskurin vestanfyri verri fyri enn eystanfyri, sigur Havstovan. Tað vóru serliga millumfiskarnir, sum vóru rak. Teir smærru og teir heilt stóru vístu seg sum heild at vera væl fyri.
Um vit hygga at mynd 1, síggja vit, at teir, sum vóru merktir á Bønum vóru ringast fyri, meðan teir eystanfyri vóru betur fyri.
##med3##
Tilsamans eru 69.859 toskar merktir undir Føroyum síðani 1903. Havstovan hevur staðið fyri merkingini síðani 1997. Av hesum fiskum eru 19.214 afturfingnir. Hetta svarar til umleið ein triðing av merktu fiskunum. Í mun til onnur lond, sum eisini merkja fisk, er hetta lutfallið væl hægri í Føroyum.
Lutakast er hvørt ár ímillum teir merktu toskarnar, sum fólk eru so beinasom at lata Havstovuni. Vinningurin er 12.500 krónur.
Teir allarflestu merktu toskarnir eru afturfingnir umleið á sama staði, har ið teir vórðu merktir. 33 merktir toskar eru fingnir aftur uttan fyri føroyska landgrunnin.
##med4##
Tað er ikki bara toskur sum verður merktur, sum sæst á myndunum. Kalvi og onnur fiskasløg vera eisini merkt. Á hesum túrinum vórðu 7 kalvar merktir. Hetta er væl meira enn tey seinastu árini, har ið tað hevur verið lítið at fingið av kalva, skrivar Havstovan.