112 fráboðanir um arbeiðsóhapp higartil í ár

Higartil í ár hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið íalt 112 fráboðanir um arbeiðsóhapp, og tað eru 24 prosent meira enn í mun til somu tíð í fjør

Hagtølini vísa, at fyri menn eru flest arbeiðsóhapp fráboðað í vinnugreinini fiskiídnaður á landi, meðan tað fyri kvinnur eru fráboðað flest arbeiðsóhapp í vinnugreinini heilsa og røkt, skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Sama tíðarskeið í 2018 hevði Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið 90 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Samanborið við fyrsta hálvár í 2018 er talan um eina øking á 24%.

Í vinnugreinunum landbúnaður, vinnukaving og skúlar og ansingarstovnar eru eingi arbeiðsóhapp fráboðað.

##med2##