110 nýggir borgarar eftir trimum árum

- Jólini verða sum vanligt hildin her í heimbygdini, alt húskið samlað, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.

 

 

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, kann nú við ársenda fegnast um, at fólkatalið í kommununi er veksandi. Hon vísir á, at síðan hin 1. januar í 2017, tá sitandi bygdaráð tók við, er kommunan vaksin við umleið 110 íbúgvum.

- Tað er nógv, og eg eri sera fegin um, at tað tíðliga í valskeiðnum eydnaðist okkum at keypa eitt stórt øki at stykkja út til grundøki. Nærum øll jørðin í bygdini er privat ogn, og tá valskeiðið byrjaði, átti kommunan eingi grundstykki til sølu, tó at vit høvdu ein eftirspurning.

Borgarstjórin vísir á, at nakrar forðingar hava verið í arbeiðnum at stykkja út, og tí eru tey ikki rættiliga komin á mál enn, men leggur aftrat, at tað gongur rætta vegin, og aftur til várs kunnu grundstykkini seljast.

- Eg fegnist um nógv, sum tað hevur eydnast okkum at fremja, eitt nú umvælingar og dagføringar.

Aimé Jacobsen vísir á, at Ellisheimið á Sýnuni nú nærum er liðugt umvælt, og stórur partur av skúlanum er dagførdur og hevur eisini fingið nýggja serstovu til næmingar, ið hava tørv á einum serligum skúlatilboði.

- Eg fegnist eisini um, at sitandi bygdaráð hevur verið samt um at raðfesta trivnaðin sum heild. Vit hava lætt um hjá barnafamiljum og royna á allan hátt og eftir førmuni at stuðla, bæði ítróttinum og mentanini í kommununi.

Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?

- Vísandi til fólkavøksturin, er tað sera trongligt í barnaansingarskipanini hjá okkum. Síðst í november var eitt skitsuuppskot fyri útbygging av barnagarðinum Alvalon samtykt í bygdaráðnum. Vit skulu byggja fýra vøggustovur, sum helst skulu verða klárar at flyta inn í á heysti 2021.

Borgarstjórin sigur seg vóna, at útbyggingin av barnagarðinum fer at ganga skjótt og væl.

- Í summar varð ein partur av brúgvunum í bátahylinum skiftar út, og komandi summar skal restin av teimum gomlu brúgvunum eisini skiftast, leggur hon aftrat.

Men, hendi nakað keðiligt hjá Aimé Jacobsen í árinum, sum nú gongur móti endanum?

- Tað var einki keðiligt sum so, tíbetur. Jú, kanska tað, at alt tekur so langa tíð. Eg eri sera tolin av lyndi, haldi eg. Men, góða tíðin við stórari framgongd og viðgongd í samfelagnum hevur eisini tað við sær, at øll hava so nógv at gera, at tað er ringt at fáa framt ætlaðar verkætlanir, tí tú rætt og slætt ikki fært fólk til tað. Tað er sera keðiligt.

Hvat er tað besta, sum er hent í árinum?

- Tað allar besta, ið hendi í 2019, er á persónliga økinum. Vit - maðurin og eg - kunnu gleðast um, at okkara trý vaksnu børn øll eru liðug við sínar útbúgvingar í ár. Tvey av teimum vórðu liðug at lesa á Universitetinum í Aarhus í summar, og hin elsti júst nú upp undir jól er liðugur sum elektrikkari. Honum vantar bara eitt sindur av lærutíðini.

Aimé Jacobsen fegnast eisini sera nógv um, at hennara fitta 91 ára gamla vermóðir er so birg og væl fyri enn, hóast høga aldurin.

Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?

- Jólini verða sum vanligt hildin her í heimbygdini, alt húskið samlað. Mær dámar væl at ferðast, men á jólum vil eg vera heima. Vit fáa vitjan, vitja familju og eta døgurða saman og hugna okkum. Farið verður eisini í kirkju. Jólaaftan eta vit altíð dunnu ella gás við mandlurís omaná. Hinar báðar dagarnar verður eisini góður matur. Tað, sum ræður um á jólum, er, at vit eru saman, taka okkum av løttum og hava tað hugnaligt, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu.

##med2##