11 skild vegna ótrúskap

Í fjør góðu 237 pør góvu hvør øðrum sítt »ja«, meðan 78 pør tóku ta øvugtu avgerðina um at fara hvør til sítt.

 

Tað vísa hagtølini, sum Ríkisumboðið hevur sent út í ársfrágreiðingini fyri 2012.

 

Har sigur Ríkisumboðið,  at av teimum 237 vígslunum, so fóru 170 av teimum fram innan fyri fólkakirkjuna.

 

Ríkisumboðið kann geva loyvi til heimavígslur. Tað vil siga vígslur uttan fyri góðkendu borgarligu vígslustøðini. Fútin er ikki longur hvørki royndar- ella vígslumyndugleiki. Borgarstjórar í kommunum yvir 1.500 fólk hava hendan myndugleika.

 

Hjúnaskilnaður kann fara farm við dómi í Føroya Rætti ella við loyvi frá Ríkisumboðnum.

 

í 2012 vórðu seks pør skild við dómi, og Ríkisumobðið skipaði fyri 72 hjúnaskilnaðum. Grundarlagið fyri hesar 72 hjúnaskilnjaðanar var í 59 førum seperatión. 11 hjúnarbond vórðu upployst vegna ótrúskap, meðan tvey vórðu skild eftir at hava verið frá hvørjum øðrum í meira enn tvey ár.