Yvirgangur
Árni Joensen:
Atsóknin at amerikanska herskipinum skuldi vísa heiminum, hvussu sterkur yvirgangsfelagsskapurin var, skrivar amerikanska tíðarritið Newsweek, sum hevur tíðindini frá keldum í fregnartænastuni CIA.
Sambæret keldunum hevði al-Qaeda fingið fatur á einum farmaskipi, sum hevði ein stóran krana á dekkinum. Samstundis keypti felagsskapurin nakrar skjóttgangandi bátar frá einum millummanni í Sameindu Arabisku Emiratunum. Ætlanin var at fylla bátarnar við spreingievni og at lyfta teir upp á dekkið á farmaskipinum. Tá farmaskipið var komið nóg nær amerikanska herskipinum, skuldu teir skjóttgangandi bátarnir setast í sjógvin. Haðani skuldu teir seta kós ímóti herskipinum sum mannaðar torpedoir, skrivar Newsweek.
Al-Qaeda hevði eisini tikið fyrivarni fyri, at manningin á amerikanska herskipinum fór at varnast bátarnar, og tí hevði felagsskapurin eina aðra ætlan klára. Eftir hesari ætlanini skuldi sjálvt farmaskipið fyllast við spreingievni. Hetta hevði gjørt skipið til eina so sterka bumbu, at tað kundi oyðilagt amerikanska herskipið uttan at koma heilt at tí.
Avlýst
Atsónin varð kortini av ongum.
Tað vísti seg, at tað var trupult hjá al-Qaeda at fáa fatur á nóg nógvum spreingievni, og um somu tíð vóru fregnartænasturnar í fleiri londum farnar at leita sær upplýsingar um mannin, sum hevði lagt atsóknina til rættis. Hann æt Abd al-Rahim al-Nashiri, men varð vanliga róptur Mullah Bilal. Hetta var sami maður, sum eftir øllum at døma skipaði fyri bumbuatsóknunum at amerikansku sendistovunum í Kenya og Tanzania í 1998. Tað verður eisini hildið, at Mullah Bilal skipaði fyri atsóknini at amerikanska oyðaranum »Cole« í Jemen í 2000, tá 17 amerikanskir flotahermenn doyðu.
Amerikanarar halda, at atsóknin at herskipinum varð avlýst, tí al-Qaeda bar ótta fyri, at atsóknin kundi avdúka hinar báðar atsóknirnar, sum skuldu verða sama dag í New York og Washington.
Hetta var kortini ikki tann einasta atsóknin, sum Mullah Bilal skal hava lagt til rættis. Tíðliga í fjør tóku myndugleikarnir í Marokko nakrar menn úr Saudiarabia, og tá varð avdúkað, at menninir arbeiddu við einari ætlan um at søkja at einum amerikanskum herskipi í Gibraltar-sundinum. Eisini hesa ætlanina hevði Mullah Bilal lagt til rættis.
Í loyniligari fangalegu
Stutt fyri jól í fjør boðaðu myndugleikarnir í Jemen frá, at Mullah Bilal var har, men hann varð kortini ikki tikin. Men tá hann seinni fór til Dubai, varð hann settur fastur. Myndugleikarnir í Dubai lótu amerikanararnar fáa hann, og síðani hevur Mullah Bilal sitið í einari fangalegu hjá CIA onkunstaðni uttan fyri USA og amerikanska lóg, skrivar Newsweek. Keldurnar hjá CIA siga við blaðið, at Mullah Bilal hevur latið fregnartænastuni nógvar upplýsingar, men tær ásanna samstundis, at handtøkan hevur ikki steðgað al-Qaeda.
Tað var eftir at Mullah Bilal varð tikin, at al-Qaeda setti sær fyri at fáa hendur á hópoyðingarvápnum, men hetta hevur víst seg at vera truplari, enn felagsskapurin eftir øllum at døma hevði roknað við, tí eftirlitið við slíkum vápnum er rættiliga virkið, skrivar Newsweek. Skuldi tað kortini borið so á, at felagsskapurin fær fatur á kjarnorkuvápnum, lívfrøðiligum ella evnafrøðiligum vápnum, nýtist teimum ikki tey stóru evnini fyri at kunna nýta tey, siga keldurnar hjá blaðnum.










