11 fólk úr Suðurjútlandi eru í dag innløgd á sjúkrahús við eyðkennum, sum benda á, at tey hava fingið álvarsligu mateitranina, botulismu. Fleiri av hesum 11 eru so hart rakt, at tey eru til eftirlit og viðgerð á intensivari deild.
Á sjúkrahúsinum í Sønderborg hava tey sent boð eftir fleiri fólkum, og tey meta hetta sum “kreppustøðu”, sigur læknastjórin á sjúkrahúsinum, Bjarne Dahler-Eriksen.
Tað eru annars ógvuliga fáir tilburðin av botulismu í Danmark um árið, millum eingin og tveir tilburðir, men í dag er hetta tal vorðið fleirfaldað.
Sjey av fólkunum eru innløgd á sjúkrahúsið í Sønderborg, tvey á universitetssjúkrahúsið í Odense, ein er koyrdur á sjúkrahús í Flensborg - og ein sjúklingur er innlagdur á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.
Talan er um eina familju ella vinfólk, sum hevur etið saman, og so álvarsliga metir danska sjúkrahúsverkið støðuna, at tey hava kunnað bæði stýrið fyri sjúklingatrygd og danska Fødevarestyrelsen.
Bjarne Dahler-Eriksen er vísur í, at talan er um matvørur, sum hava gjørt, at hesi 11 fólkini eru vorðin sjúk.
Eiturevnið, sum er staðfest í teimum, sum eru innløgd, er eitt slag av nervaeituri, sum lammar vøddar.
- Í smáum nøgdum er hetta ikki vandamikið, men í størri nøgdum kann eiturið fáa lívshóttandi avleiðingar við tað, at tað kann lamma andadráttin, sigur læknastjórin.
Í slíkum føri kann tað gerast neyðugt at leggja fólk í respirator. Tað finst móteitur móti hesum, men i Danmark er ikki nóg mikið á goymslu.
- Tí hava vit í skundi fingið fatur í móteituri á sjúkrahúsum í Oslo og Lübeck. Heilivágurin skuldi nú verið komin, og sjúklingarnir eru í viðgerð, sigur læknastjórin, Bjarne Dahler-Eriksen.
Tað eru danskir miðlar, sum bera hesi tíðindi í kvøld.