Cesare Previti, sum var verjumálaráðharri í stjórnini hjá italska forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, í 1994, hevur fingið ellivu ára fongsul fyri at hava roynt at mutra dómarar.
Ein dómstólur í Milano dømdi mánadagin Cesare Previti sekan í at hava roynt at ávirka dómararnar, sum skuldu taka støðu til nøkur sakarmál í nítiárunum. Málini snúðu seg um fíggjarligu áhugamálini hjá Berlusconi í italska fjølmiðlaheiminum.
Italsku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr rættarmálinbum ímóti Previti, ið verður mettur millum teirra, sum hava sera gott samband við forsætisráðharran. Cesare Previti er eisini tjóðartingslimur í flokkinum Forza Italia, sum Berlusconi er formaður í.