Í løtuni eru fýra ísfiskalínuskip til fiskiskap. Tey fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Væntandi koma skipini inn at landa síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks frystilínuskip í løtuni fiska í íslendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er undir Føroyum.
- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, sum kemur, men harðnar, sum vikan gongur.
Væntandi er, at veðrið verður eitt sindur skiftandi, og tí er ivasamt, hvussu nógvur útróður verður í næstu viku.