11 í B68 vunnu ímóti 9 í TB

Løgmanssteypið: Jørgen Nielsen skoraði sigursmálið ímóti TB, sum í ein hálvan tíma spældi við 9 ímóti 11

Málskjúttin Jørgen Nielsen saman við B68 venjaranum Jákupi á Borg

B68 vann í dag 1-0 ímóti TB í Trongisvági. Tað ber við sær, at toftamenn hava tryggjað sær atgongumerki at vera við í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, sum teir ongantíð hava vunnið. Einaferð hevur B68 verið í steypafinaluni. Tað var í 1995, tá ið B68 tapti 3-1 ímóti HB.

 

Einasta málið við Stórá í dag skoraði Jørgen Nielsen. Hetta er fyrsta málið í kappingardysti, sum 19 ára gamli Jørgen Nielsen hevur skorað, síðani hann undan kappingarbyrjan skifti úr barndómsfelagnum NSÍ og til grannarnar á Toftum.

 

Talan var um fínt mál. Jørgen rak inn úr vinstru, sneiddi framvið tveimum og so smekkaði hann av brotsteigarmarkinum bóltin í málið.

 

Hetta var eitt lítið korter undan leikloki, og tá vóru fyritreytirnar hjá B68 góðar og mótbrekkan hjá TB brøtt. Tíggju minuttir undan steðginum misti TB Chris Jastrzembski, sum áður hevur spælt við B68. Hann sá beinleiðis reytt fyri at hevna seg. Og í 65. minutti sá Jens Erik Bruhn hjá TB gula kortið fyri aðru ferð og so eisini reyða kortið.

 

Tí vóru tað síðsta lítla hálva tíman 9 TB spælarar ímóti 11 B68 spælarum. B68 vann seg til fleiri málmøguleikar, men Anders Hoff var sera stinnur í TB málinum.

 

Hjá TB var Gilli Rólantsson Sørensen skiftur inn í miðverjuna, tá ið Chris sá reytt. Tá ið Jens Erik Bruhn sá reytt, varð Gilli Rólantsson Sørensen fluttur fram í álopið. Onkra ferðina var um reppið, at hann fekk fatur á bóltinum eftir langa sending, men tað varð ongantíð vandamikið.  

 

Málskjúttin Jørgen Nielsen saman við B68 venjaranum Jákupi á Borg