11 grundstykkir til sølu á Heiðatrøðni

- Tað ber til at biðja um eitt grundstykki, uttan at hetta er bindandi, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

Herfyri umrøddu tey á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, at rákið í fólkatalinum á Tvøroyri spakuliga hevði hug til at ganga rætta vegin, og á teknisku deild hjá kommununi merkja tey nú eisini ein øktan áhuga fyri at útvega sær grundstykki í kommununi.

 

Í løtuni hevur Tvøroyrar kommuna 11 grundstykkir til sølu í Heiðatrøðni. Hesi liggja sera væl fyri, og stutt er til skúla, ítróttarøki, til handils og samferðsluhavnina. Eisini er útsýnið av Heiðatrøðni sera gott.

 

Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu vita tey í dag at siga, at prísurin á grundstykkjunum er 265 krónur fyri fermeturin, og tá eru íbindingargjøld íroknað.

 

- Tað ber til at biðja um eitt grundstykki, uttan at hetta er bindandi. Hetta merkir, at kommunan fyrst spyr tey á bíðalistanum, áðrenn grundstykkið verður selt øðrum. 

 

Um heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu kunnu fólk fara inn á eina leinkju, sum vísir yvirlit yvir Heiðatrøðna, og her ber eisini til at taka niður umsókn um grundstykki á økinum.

 

- Í næstum verður barnagarðurin í Trongisvági liðugt útbygdur, og hann kemur at nøkta tørvin á ansingarplássum, sum er í løtuni, og stutt er av Heiðatrøðni og inn til barnagarðin, siga tey í Tvøroyrar kommunu.