11 góðar grundir til GBOB

Fyriskipararnir av GBOB Føroyar´08 hava gjørt 11 góðar grundir til, at føroyskir bólkar skulu melda seg til kappingina, sum verður í Mentanarhúsinum 31. oktober og 1. november

 

 

1. Tín bólkur kann vinna uml 100.000 dollarar - tað prógvaðu Boys In A Band í fjør.

 

2. Tín bólkur kann sleppa til London at kappast um 100.000 dollars - uppihald og ferðing er goldið.

 

3. Tín bólkur kann sleppa 3 dagar í studio hjá Kringvarpinum við tøkningi frá Kringvarpinum.

 

4. Tín bólkur kann fáa eitt professionelt photoshoot frá MOMO/Kristfríð Tyril

(www.momo.nord.fo)

 

5. Tín bólkur kann fáa eitt gávukort til útgerð fyri 10.000 kr frá Simma.

 

6. Tað er bíligari at vera tónleikari enn at vera vanligur áhoyrari - luttøkugjald per tónleikara er lægri enn, um tú skalt rinda atgongumerki báðar dagar

 

7. Útvarpið sendir live og sjónvarpið ger samandrátt - so tín bólkur hevur møguleika fyri at gera reklamu fyri sær sjálvum

 

8. Øll tey kulu fólkini, sum hava áhuga fyri hvat rørist í føroyskum tónleiki vera har og lurta eftir tínum bólki.

 

9. Tað er eitt feitt og vælskipað tiltak við fínum umstøðum til tónleikarar og eini sera tendraðari og áhugaða fjøld

 

10. Einastu treytirnar fyri at vera við eru, at tit eru ein bólkur (at tit eru minst tveir persónar) og at tit ikki spæla coverløg ella spæla playback. Tað hevur onga ávirkan á GBOB, um tit hava kontrakt við management ella plátufelag.

 

11. Tað er stuttligt at spæla til GBOB.