11 fólk bjóða seg fram at stýra Vestmanna

Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið í Vestmanna var úti, var ein listi komin inn. Bara tveir bygdarráðslimir stilla uppaftur – og ein fyrrverandi borgarstjóri

Vestmanna kommuna skrivar, at valnevndarforkvinnan hevur kannað og góðkent listan.

Á listanum eru 11 valevni.

 

Tey uppstillaðu eru:

Anja Haldansen, námsfrøðingur

Janus úr Dímun, handverkari

Sára Jógvansdóttir, journalistur, 96 atkvøður seinast

Karl A. Olsen, vararektari

Símun Jákup Højsted, stjóri

Pauli Magnussen, ljóðteknikari

Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi

Fróði Bjarkason Skúvadal, lívfrøðingur

Bogi Fossdal, landmátari

Jákup S. Jóanesarson, námsfrøðingur

Janus Atli Jensen, handverkari

 

Av teimum, sum vórðu vald í bygdarráðið seinast er tað bara Anja Haldansen og Sára Jógvansdóttir, sum stilla uppaftur.

 

Karl A. Olsen, sum eisini stillar upp, hevur áður verið borgarstjóri í Vestmanna.

 

Soleiðis var úrslitið á seinasta bygdarráðsvali í Vestmanna:

##med2##