11 fermetrar fyri 2,4 miljónir norskar

Í miðbýnum í Oslo er nú ein íbúð til sølu, sum einans er 11 fermetrar stór, men prísurin er himmalhøgur.

 

Tað er helst stór semja um, at prísirnir á sethúsum og íbúðum í miðstaðarøkinum í Føroyum eru høgir. Men, nú Eysturoyggin er vorðin nærri miðstaðarøkinum, og tunnilin í Sandoynna nærkast, sæst eisini stórur prísvøkstur á húsum aðrastaðni enn í Havn.

At prísirnir eru høgir, har fólk savnast, sum eitt nú í høvuðsstøðum, er ikki serstakt eyðkenni fyri Føroyar. Soleiðis er so sanniliga eisini í okkara grannalondum og helst eisini víða um heim.

Í miðbýnum í Oslo er nú ein íbúð til sølu, sum einans er 11 fermetrar stór. Íbúðin er til sølu fyri heilar 2,4 miljónir norskar krónur, sum svarar til ein fermetraprís á 219.000 norskar krónur.

Í lýsing hjá meklara, sum stendur fyri søluni, verður íbúðin lýst sum sjarmerandi, har fermetrarnir eru væl brúktir. Íbúðin er sett í stand so seint sum í 2019, høgt er til loft, og íbúðin hevur eisini hems.

##med2##