11 bygdir kunnu saktans samstarva

Sundalagið: - Vit hava víst, at tað ber til at savna bygdir saman í eina burðardygga eind, verður sagt út Sunda kommuna.

Í kommununi búgva í dag 1684 fólk, men tað serstaka er, at talan er um íalt 11 bygdir – úr Hósvík til Tjørnuvík og Saksun, og allan vegin norður til Gjáar, sum allar eru savnaðar í Sunda kommunu.

- Vit halda, at tað er ein gongd leið eisini hjá øðrum, soleiðis at savna bygdir saman í eina sterka eind.

Nógv verður tosað um ein framtíðar bygnað á hesum øki, og vóna tey í kommununi at ein slíkur kommunubygnaður verður settur í verk sum skjótast. Tí, sum tikið verður til: - Sterkar kommunalar eindir fara at vera ein drívmegi fyri vøkstri, um tær fáa neyðuga rásarúmið.

- Vit halda, at Sundalagið eigur framtíðina fyri sær, tá talan er um at skapa karmar fyri vøkstri. Fólkatalið kvinkar eisini uppeftir, so tað munnu vit vera fleiri, sum trúgva uppá.