Hetta er 11. árið, at tiltakið er undir navninum FMA, fyri ta tíð var tað Planet Awards, sum Miðlahúsið skipaði fyri í nøkur ár.
Tað vóru Kringvarpið, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið, sum stóðu fyri FMA fyrstu árini, men nú er tað Tónleikasambandið, sum hevur tikið yvir – og er tað aðru ferð, at tey skipa fyri.
Á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í dag greiddi Marianna Winther Nagata frá fyrireikingunum og tilnevningunum.
Hon sigur, at tey vilja fegin, at tað verður gjørt meira burtur úr teimum tilnevndu, heldur enn bara at gera burtur úr vinnarunum, tí vilja tey á henda hátt seta fokus á tey.
– Tað er týdningarmikið fyri okkum, at FMA endurspeglar okkara limafeløg, og at tey kunnu síggja seg aftur í tí. Hetta hava vit gjørt á ymsar mátar, m.a. við innsløgum, sum verða víst á kvøldinum. Her fevna vit um alt frá Kirkjutónleiki, kórsangi, barnatónleiki, tað sum hendi úti í verð, tónleikur á skýggja, tónleikur sum mentanararvur osfr., hon.
– Harafturat verður FMA í ár serligt á tann hátt, at tónleikaframførslurnar eru gjørdar serliga til kvøldið, 9. mars. Tær vera tí bert møguligar at uppliva, hetta kvøldið!
Hon greiddi frá, at ein framleiðsla sum FMA krevur nógva tíð, orku og pengar.
##med2##
– Tí bleiv ein arbeiðsnevnd gjørd í vár, sum síðani í mai hevur stríðst og strevast fyri at fáa alt at ganga upp og skapa eitt ógloymandi kvøld fyri Føroya fólk og tónlistafólk í Føroyum.
– Tey, sum hava verið í arbeiðsnevndini eru Mikael Blak, vegna tónleikarar í Føryoum, Glenn Larsen, vegna FMX, Sára Jógvansdóttir vegna Kringvarp Føroya, Dánjal á Neystabø og Marianna W. Nagata, vegna Tónleikasamband Føroya.











