11 ára gamli Jákup vann signeraðu landsliðstroyggjuna

(Kykmynd) Allar hetjurnar, sum vunnu á Grikkalandi hava signerað troyggjuna

Leygardagin burturlutaði Rás2 eina landsliðstroyggju við autografunum hjá øllum teimum føroysku landsliðshetjunum, sum vunnu minniliga sigurin á Grikkalandi.

 

Fleiri hundrað lurtarar tóku lut í lurtarakappingini. Tað gjørdist 11 ára gamli fuglfirðingurin, Jákup í Lambanum, lítlibeiggi Fritleif í Lambanum, liðskipara hjá ÍF, sum vann ta vøkru, signeraðu landsliðstroyggjuna.

 

Stóra hetjan hjá Jákupi er Brandur H. Olsen, og hann ætlar at hava troyggjuna í glas og rammu í sínum kamari í Fuglafirði.

 

TRÝST á HESA YouTube leinkjuna: https://www.youtube.com/watch?v=LFgImPA3PQM

og síggj og hoyr eitt lítið prát við Jákup í Lambanum, sum er sera stoltur og glaður fyri vinningin.

 

Vit á Rás2 og in.fo ynska Jákupi tillukku við signeraðu landsliðstroyggjuni, sum í ljósinum av glæsuliga úrslitinum kann sigast at verða søgulig.