Talið á arbeiðsleysum í evrulondunum vaks eisini í august, og tað hevði við sær, at um mánaðarskiftið august-september var arbeiðsloysið í evruøkinum 11,4 prosent, sum er met.
Tað sigur ES-hagstovan Eurostat.
Sagt verður, at næstseinasta mánaðarskiftið høvdu 18,1 milliónir fólk í evrulondunum einki arbeiði, og at tað var 2,1 milliónir fleiri enn síðst í august í fjør.