Leygarkvøldið verður endabresturin av tónleikakappingini Sement, sum verður í Perluni. Áhugin hevur verið øgiligur, tí yvir 11.000 sýningar hava verið av ?live? sendingini, sum hevur verið víst á netinum. Sement finalan er fyri framman, har seks óroyndir tónleikarar skulu dystast um at gerast ársins nýggi bólkur í Føroyum.
Undanumførini hava verið tvey í tali, og hevur áhugin fyri hesum verið stórur. Til tiltøkini hevur verið útselt, og 11.000 sýningar hava verið á heimasíðuni, sum hevur víst umførini beinleiðis.
-Vit eru ótrúliga fegin um undirtøkuna, sigur Bogi Andreassen, sum er ein av fyrireikarunum av Sement.
Aftur leygarkvøldið ber til at uppliva tiltakið í Perluni, og ber hetta ikki til, so verður møguleiki fyri at síggja finaluna á netinum.
Meira fæst at vita um tiltakið á margarinfabrikkin.fo