104 missa arbeiði hjá Danmarks Radio

67 starvsfólk hjá danska kringvarpinum hava í dag fingið at uppsagnarskriv, samstundis sum leiðslan hevur gjørt avtalu við 37 onnur um, at tey fara sjálvboðin. Orsøkin er, at DR skal spara millum 70 og 80 milliónir krónur í ár.

Boðini fingu alt fyri eitt starvsfólkini á fleiri deildum hjá kringvarpinum at leggja arbeiðið niður, og tí eru fleiri sendingar tiknar av skránni. Eitt nú dettur tann væl umtókta sendingin Aftenshowet á DR1 burtur í kvøld, tí starvsfólkini á teirri deildini eru farin til hús sum mótmæli ímóti uppsagnunum.

Tíðindasendingar verða sum vant á DR í kvøld, tí starvsfólkið á tíðindadeildini samtykti seinnapartin at halda fram við arbeiðinum.

Tíðindadeildin missir annars átta tíðindafólk umframt 18 onnur starvsfólk.