Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 9 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.
Útlánini øktust frá 1.990 mió. kr. til 2.011 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 1%.
Innlánini lækkaðu frá 2.469 mió. kr. til 2.453 mió. kr., ið svarar til eina minking á 0,6%.
Innlánsavlopið var 442 mió. kr. pr. 30. juni 2021.
Lyklatalið fyri gjaldføri – LCR – var uppgjørt til 274 % pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100%.
Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3%.
– Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.