Tíðarrættur íslendskur filmur við rokk og rull. Høvuðspersónur er hin 30 ára gamli Billy Skrøgg-líknandi Hlynur.
Triði filmurin í røðini hjá Klipp, Filmsfelagi Norðurlandahúsins, er hin tíðarrætti íslendski ungdómsfilmurin 101 Reykjavík. Damon Albarn og Einar Örn Benediktsson hava lagt tónleikin til rættis.
Tað er listamaðurin og rithøvundurin Hallgrímur Helgason, sum hevur skrivað samnevndu skaldsøguna, sum filmurin 101 Reykjavík byggir á. Hallgrímur er eisini partur av listafólkunum, sum rópa seg "Gullpensilinn" og sýndu fram á Listastevnu Føroya í august í ár.
Tað er hin ungi og evnaríki Baltasar Kormákur, sum hevur leikstjórnað filmin 101 Reykjavík. Miðdepil og høvuðspersónur í filminum er hin Billy Skrøgg-líknandi anti-hetjan Hlynur.
Hlynur er farin um tey 30, men er tó ikki vaksin. Í hvussu er ikki av teirri orsøk. Hann býr hjá mammuni, svevur um dagin og ballast um náttina. Í hugaheiminum hjá Hlyni er eingin áhugi fyri verðini uttanfyri egna postøkið, sum er 101 Reykjavík. Har eru ongar barrir og einki náttarlív.
Hlynur verður tó bráddliga skryktur úr svøvntungu tilveruni. Eftir eina langa nátt í býnum við spansku flamencolærarinnuni Lola, kemur hann eftir, at ikki bara er hon við barn, og at barnið er hansara. Sprelska spanska Lola, er hartil elskarinna hjá mammunu Berglind, sum hevur avdúkað, at hon er lesbisk.
Hetta er fyrstu ferð, at Baltasar Kormákur, sum er ein av hægst mettu íslendsku leikarum, roynir seg sum filmsleikstjóra. 101 Reykjavík er seldur til fleiri lond og hevur millum annað fingið fyrstu virðisløn á altjóða filmstevnu í Toronto, har leikstjórar úr øllum heiminum, ið royna seg fyrstu ferð, vóru við.
Filmsummælarar hava serliga heft seg við framúrskarandi leikararnar, har serliga Hilmir Snær Guðnasson, sum er kendur úr Einglar Alheimsins er sannførandi, tá hann spælir hin ótolandi, men tó sjarmerandi Hlynur.
Tað er spanska stjørnan Victoria Abril, sum spælir hin lívliga Lola, ið setir lita íslendsku stórbýarnæturnar. Abril er javnan við í filmunum hjá Pedro Almodóvar, sum er kendasti spanski filmsleikstjórin.
Íslendski filmurin um Hlyn, Berglind og Lolu, sum búgva innan fyri postøkið 101 Reykjavík , varir 93 minuttir. Í filminum er hópin av tíðarrøttum rocktónleiki, eins og høvið er at síggja mong spennandi støð í íslendska náttarlívinum beint nú.
Filmurin 101 Reykjavík verður sýndur í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 5. november klokkan 19:30.