101 ára gamal afturvaldur

101 ára gamli Erik Finnemann Bruun er júst afturvaldur sum

formaður í felagnum hjá fyrrverandi fólkatingsmonnum. Hann hevur sett met - og er kom í metbókina hjá Guinnes?

Eirikur Lindenskov


Fyrrverandi fólkatingslimir hava eitt felag, teir nevna forhenværende Folketingsmedlemmers Forening - og teir hava nú fingið eitt met í bókina hjá Guinnes. Tann 4. oktober 1998 kom felagið í Guinnesmetbókina, tí felagsins aktivi formaður, Erik Finnemann Bruun, tann dagin fylti 100 ár. Hann varð tá kosin »elsti fungerandi felagsformaður í Danmark«.

Og nú, tá hann er á veg móti 102. føðingardegi sínum, hevur felagið afturvalt han til formann.

Finnemann Bruun var konservativur fólkatingsmaður í truplastu tíðini hjá fólkatinginum, frá 1943-45 - undir týsku hersetingini. Tá var ikki nógv virksemi í fólkatinginum, so í veruleikanum hevur hann bara virkað sum fólkatingsmaður í nakrar mánaðir.

Erik Finnemann Bruun, sum er hevur annars í mong harrans ár starvast sum embætismaður í Fólkatinginum, og hann hevur eisini verið í Føroyum. Hetta var einaferð í 20?unum, tá hann var í Føroyum við ferðalag hjá Stauningi, forsætisráðharra.

Næstformaðurin í felagnum hjá fyrrverandi fólkatingslimum er ein rættuligur ársungi í mun til Finnemann. Tað er 71 ára gamla Tove Lindbo Larsen, fyrrverandi ráðharri og fólkatingskvinna fyri Javnaðarflokkin í trimum skeiðum frá 1971 til 1998.