10.000 russar flýggja til Georgia um dagin

Nógvir russar, sum hava aldur til hertænastu, rýma úr Russlandi fyri at sleppa undan at verða innkallaðir, tí teir stúra fyri at verða sendir til kríggið í Ukraina.

Talið av russiskum ríkisborgarum, sum dagliga koma til grannalandið, Georgia, er tvífaldað, síðan russiski forsetin, Vladimir Putin, síðsta mikudag boðaði frá, at hann fór at innkalla 300.000 hermenn aftrat til kríggið í Ukraina.

 

- Fyri 4-5 døgum síðan komu 5.000 til 6.000 russarar til Georgia um dagin, men nú er talið vaksið upp í 10.000 um dagin, sigur innanríkisráðharrin í Georgia, Vakhtnag Gomelauri, sambært tíðindastovuni NTB.

 

Nógvir russar, sum hava aldur til hertænastu, rýma úr Russlandi fyri at sleppa undan at verða innkallaðir til tænstu, tí teir stúra fyri at verða sendir til kríggið í Ukraina.

 

Tað er serliga høvuðsstaðurin í Georgia, Tbilisi, sum er vorðin miðstøð fyri russar, sum flyta úr Russlandi, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

Men, tað eru eisini lond nærri okkum, sum merkja, at nógvir russar rýma undan hertænastu. Soleiðis er talið av russum, sum koma til eitt nú Finnlands og Noregs eisini nógv vaksið seinastu tíðina.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Innanríkisráðharrin í Georgia, Vakhtnag Gomelauri.