16 prosent av børnunum í Íslandi liva í fátækt. Tað er niðurstøðan í frágreiðingini Save The Children, sum lýsir korini hjá børnum í Evropa.
Lýsingin vísir týðiliga, at støðugt fleiri evropeisk børn liva í fátækradømi. Lýsingin er úrslit av samstarvi millum 12 lond, men hon umfatar øll tey 28 ES-londini umframt Noreg, Sveis og Ísland.
Um Ísland sigur lýsingin, at fátækradømið har er vaksið síðani ta ógvusligu fíggjarkreppuna, og at í dag búgva millum 9.000 og 10.000 børn í heimum, sum eru niðan fyri láglønarmarkið. Talið á hesum børnunum vaks 2,8 prosent frá 2008 til 2012.
Kanningar í Íslandi hava víst, at børn, sum liva í heimum við fátækradømi, eru ofta í størri vanda fyri ágangi og vanrøkt enn onnur børn.










