Heldur oljuprísurin sær á verandi støði, kunnu norðmenn rokna við at fáa ímillum 30 og 40 milliardir krónur eyka ´+i ár.
Á fíggjarlógini hevur norska stjórnin mett, at oljugrunnurin fær einar 90 milliardir krónur í inntøku í ár, men soleiðis sum prísgongdin hevur verið, verður inntøkan einastaðni ímillum 120 og 130 milliardir, skrivar Aftenposten. Tað merkir, at einaferð í heyst verða meiri enn 1000 milliardir krónur í grunninum.
Men vandi er í hvørjari vælferð, skrivar blaðið. Tí tann góði oljuprísurin er, at tað verður dýrari at ferðast við flogfari, skipi og bili, og harafturat kann prísurin hava við sær, at keypiorkan í útlondum minkar, og tað kann ávirka norska útflutningin.










