1.000 ferðast longur enn 2 tímar

Hagtølini hjá Hagstovu Føroya yvir pendling vísa eisini, hvussu nógva tíð føroyingar nýta at ferðast til arbeiðis ella í skúla. Hagtølini vísa, at helvtin av teimum, sum pendla, nýta undir 15 minuttir at ferðast heimanífrá og til arbeiðis ella skúla. 27 prosent brúka millum 15 og 30 minuttir, 17 prosent millum hálvan og ein tíma og 6 prosent, ella yvir 1.000 fólk nýta yvir ein tíma til arbeiðis, ella yvir tveir tímar í ferðing hvønn dag.

Merkisvert er, at av teimum 17.300 pendlarunum eru meira enn helvtin kvinnur – umleið 850 fleiri enn menn. Býtið er heldur ikki javnt eftir pendlingstíð: serliga eru nógv fleiri kvinnur í bólkinum við teim styttru pendlingstíðunum og eitt lítið sindur fleiri menn við teim longri pendlingstíðunum.