1000 fólk hugnaðu sær á festivalinum

Fjarðafestivalurin byrjaði í gjárkvøldið, og mett verður at eini 1000 fólk vóru hetta fyrsta kvøldið. Festivalurin heldur annars fram í kvøld kl. 19, tá Martin í Grund fer á pallin inni í Kelduni, áðrenn bólkurin Direct Level fer á útipallin kl. 19:50.

Tað hevur verið heldur grátt í veðrinum í dag, og hevur hetta seinkað flogferðsluni nakað, uttan tó at hetta er gingið út yvir tiltakið.

Øll tey stóru nøvnini komu til landið ígjár, og einaferð seinnapartin í dag fer høvuðsnavnið Pillar at lenda í Vágum.

Veðurmaðurin Petur Skeel lovar annars hampiligt veður í morgin ? fyrst útsynning og seinni útnyrðing við nakað av vindi. Møguleikar eru eisini fyri sólarglottum.