Ovastevna
Tey tiltøk, sum vanliga geva størstu inntøkurnar á ovastevnu, er dansurin, sum serliga hevur stóra undirtøku leygarkvøldið.
Í tjaldinum úti á Klivum spældu Hjarnar, og í Royndarhúsinum spældi Dansiorkestrið.
Jákup av Skarði, formaður í stevnunevndini, sigur, at enn er eingin endalig uppgerð gjørd yvir stevnuna og heldur ikki yvir dansitiltøkini.
- Men tjaldið var stúgvandi fult av fólki, og í Royndarhúsinum eydnaðist dansurin eisini sera væl. So, hesi tiltøk verða saman við øðrum væleydnaðum tiltøkum ein góður "biti" í inntøkuposanum.
Hann heldur, at talið av seldum atgongumerkjum sunnunáttina man tátta í 1000.
- Tað var øgiliga nógv fólk í bygdini leygarkvøldið og sunnunáttina, og einki er at ivast í, at stevnan hesaferð setti met í vitjandi, leggur hann aftrat.
Meira løgregla
Jákup sigur, at bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið fram til klokkan 06 vóru tríggir løgreglumenn í bygdini.
- Vit høvdu ynskt at fáa 10 løgreglumenn til Nólsoyar, tá væntandi var, at mest fór at vera at gera, men hetta læt seg ikki gera.
Hann vísir á, at tríggir løgreglumenn síggjast ikki aftur í eini so stórari mannamúgvu.
- Vit høvdu eisini okkara fólk til arbeiðis, eitt nú fólk hjá Nólsoyar Bjargingarfelag, men hesi hava ongan myndugleika. Hesi samstarvaðu eisini við samarittarnar, sum vóru í bygdini á ovastevnu.
Jákup vísir á, at umráðandi er, at fólk eru tøk á einum so stórum tiltaki, tí tað kundi jú altíð hent, at okkurt álvarsligt var á vási.
- Neyðugt er eisini at hava fólk, sum eru til at taka, um eitt nú ein bátur skuldi siglt á land onkustaðni á oynni.
Eydnaðist væl
Hann sigur, at stevnan eydnaðist sera væl, men heldur, at neyðugt verður at fara í gongd við fyrireikingararbeiði nógv fyrr enn áður, tí tiltakið við ovastevnu er vorðið so stórt og umfatandi.
- Komandi sunnukvøld fara vit at hava eina neyva eftirmeting av stevnuni, sum er avgerandi neyðugt, um vit skulu gera tað uppaftur betri næstu ferð.
Stevnunevndin bleiv ikki skipað fyrr enn tíðliga í summar, og Jákup av Skarði heldur, at nú er ógvuliga umráðandi, at tey, sum skulu skipa fyri, sleppa í gongd longu til heystar, tá ið eftirmetingin og veitslan, sum verður fyri fyrireikarunum og teimum mongu, sum hava hjálpt til, er av.
Kappingardagur
- Vit skipa fyri einum kappingardegi leygardagin, 26. august, tá ið ymisk tiltøk verða, og síðan verður ein døgurðabiti fyri teimum, sum hava hjálpt til, seinni um kvøldið.
Hann sigur, at hendan dagin verður fimasta kvinna og sterkasti maður í Nólsoy kosin, eins og uppboðssøla verður av eitt nú lundum og rabarbum.
Jákup av Skarði sigur, at tá ið hesin dagurin er av, og gerandisdagurin kemur aftur, er longu tíð at fara undir tær fyrstu fyrireikingarnar til næstu ovastevnu, sum verður hin fjúrtanda í røðini.
- Tað verður so nógv lættari at gera tær ymisku avtalurnar, um hesar verða gjørdar í góðari tíð - og ikki ov tætt uppundir stevnuna.
Hann vísir á, at til ber í nógv størri mun at fyrireika løgreglu, strandferðslu, tryggleikaviðurskifti og tey ymisku tilboðini til stevnugestirnar, tá ið hetta verður gjørt í góðari tíð.
- Eg vil ikki siga, at stevnan er vaksin yvir høvdið á okkum, men vit mugu síggja í eyguni, at neyðugt er at fara fyrr í gongd og skipa okkum uppaftur betur, nú tiltakið er vorðið so stórt og tykist gerast størri og størri, sum árini ganga, sigur Jákup av Skarði, formaður í stevnunevndini.