fótbóltur
KÍ hevur í hesum døgum sent fótbóltsfeløgunum kring landið innbjóðing til 100 ára kapping.
Talan verður um kapping fyri yngru liðini kring landið, og umframt at KÍ á hendan hátt enn einaferð markerar runda dagin, so er hetta ivaleyst eisini eitt kærkomið høvi hjá ymsu feløgunum at fáa gongd á dystarvenjingina eftir summarfrítíðina.
Kappingin er nevnliga sett at verða hildin um vikuskiftið, 6.-8. august, og er seinasti parturin av hesari sjálvsagt finalurnar, sum skulu spælast í Klaksvík. Tað verða hálvfinalurnar eisini, men undan hesum skal finnast fram til, hvørji fýra feløg skulu hava umboð í hálvfinalunum.
Dystirnir, sum skulu avgera hetta seinasta, verða ikki leiktir í Klaksvík, men verður talan tá um dystir eftir cup-skipanini. Sjálvandi veldst talið á hesum um talið av luttakandi feløgum, men ætlanin er so, at mótstøðuliðini her verða sett landafrøðiliga saman, soleiðis at ferðingin verður sum minst hjá øllum pørtum. Tað vil við orðum siga, at tað ikki fer at verða soleiðis, at TB og KÍ hittastí eini fjórðingsfinalu, meðan LÍF og VB hittast í eini aðrari. Men heldur soleiðis at TB og VB leika sínamillum, eins og KÍ og LÍF gera tað.
Á harrasíðuni verður kappast í bólkunum frá smápiltum upp til dreingir, og hjá gentum eru tað bólkarnir frá pinkum upp til gentur, sum eru boðin at taka lut í kappingini.
KÍ sigur at enda í innbjóðingini, at seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin, 16. juni.