Posta hevur í dag útgivið átta nýggj frímerkir við ymiskum evnum, harímillum tveir 100 ára føðingardagar.
Í ár eru 100 ár liðin síðan Fuglafjarðar kommunu gjørdist ein sjálvstøðug kommuna. Í tí sambandi hevur Posta útgivið tvey frímerkir við myndevnum úr Fuglafirði. Suffía Nón hevur sniðgivið frímerkini.
Havnar Sjónleikarfelag kann eisini hátíðarhalda 100 ára føðingardag í ár og hevur Posta útgivið tvey frímerkir í samband við føðingardagin hjá sjónleikarfelagnum. Listafólk er Anker Eli Petersen.
Umframt føðingardagarnar, so hevur Posta útgivið fýra onnur frímerkir í dag.