100 grindahvalir gjørt landgongd í Sri Lanka

Um 100 grindahvalir hava í dag rent seg upp á turt nærhendis høvuðsstaðnum í Sri Lanka, Colombo.

Í sjónabandaupptøku hjá BBC síggjast fólk royna av øllum alvi at fáa hvalirnar út á sjógv aftur, og sambært BBC tekur sjóverjan í Sri Lanka eisini lut í bjargingararbeiðinum.

Tað er fleiri ferðir eydnast fólki at fáa nakrar av hvalunum út hagar, teir ikki grynna, men sjógvurin skolar hvalirnar upp á turt aftur hvørja ferð.

Í september doyðu fleiri hundrað grindahvalir, eftir at teir høvdu gjørt landgongd á vestursíðuni á Tasmania í Australia. Mett varð, at talan var tá um eini 400 hvalir, og hildið verður, at tað taldist millum størstu landgongdir av grindahvalum í søguni.