100 fólk á veitslu í Nólsoy

Jólaborðið, sum ungmannafelagið Royndin í Nólsoy skipaði fyri leygarkvøldið, fekk stóra undirtøku. Lagið var gott, og fólk hugnaðu sær til langt út á náttina

Jólaborðhaldini eru byrjað, og leygarkvøldið skipaði ung­manna­felagið Royndin í Nólsoy fyri vælmøttum jóla­borði í felagshúsinum.
Úr Nólsoy verður sagt, at hetta var eitt sera hugna­ligt kvøld við góðari buffét, nógv­um og góðum undirhaldi og sangi. Í Nólsoy búgva stívliga 200 fólk, og tá út við 100 fólk eru við til eitt slíkt jólaborð, kann ikki sigast annað enn, at undirtøkan er rættiliga góð.
- Sjálvt borðhaldið vardi í einar fýra tímar, og tað tókt­ist ikki, sum fólk høvdu hug at gevast við at syngja.
Í Nólsoy verður sagt, at dans­urin, sum helt fram alla náttina, var góður, og samanum tikið var hetta eitt sera hugnaligt kvøld í Nólsoy.
Tað hevur annars ikki verið so nógv lív í úti í Nólsoy sein­astu árini, men nú hava nóls­oy­ingar sett sær fyri at skipa fyri fleiri tiltøkum.
Jólaborðið leygarkvøldið er onnur veitslan í Nólsoy í heyst. Seint í september skip­aðu nólsoyingar fyri náta­veits­lu, og her vóru fleiri enn átt­ati fólk við.