Tað eru nú skrásett 100 fólk við doktaraheiti í Heilagrunninum. Talan er um føroyingar úti og heima og um útlendingar í Føroyum við doktaraheiti. Hetta skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum. Flestu hava Ph.D. heiti, síðani eru tað dr.scient., dr.med, dr. philos. o.a.
Tað legst skjótt afturat í løtuni. Í 2007 eru 13 nýggj fólk skrásett at hava disputerað og higartil í 2008 eru vit eisini komin uppá 13.










