Føroya Arbeiðsgevarafelag hátíðarhelt í gjár 100 ára stovningardagin fyri Føroya fyrsta arbeiðsgevarafelag. Fyrsta arbeiðsgevarafelagið var ikki Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí tað er ikki stovnað fyrr enn í 1943. Men fyrsta arbeiðsgevarafelagið í Føroyum var Havnar Arbeiðsgevarafelag, sum varð stovnað 7. februar í 1916.
Tað var eftir at arbeiðsmenn í Havn høvdu organiserað seg í 1915 við Havnar Arbeiðsmannafelag, at arbeiðsgevararnir eisini skipaðu seg í felag.
Stovningardagurin 7. februar er dagurin, tá Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag skrivaðu undir fyrsta sáttmálan. Sama dag er arbeiðsgevarafelagið skipað sum felag.
Havnar Arbeiðsgevarafelag varð til sum sjálvstøðugt felag inntil 2008, tá tað varð lagt saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag.











