100.000 Vespur í 2006

Fyri jól koyrdi ein reyður Vespa GTS 250 skutari av samlibandinum á Piaggio verksmiðjuni í Pontedera í Italia. Hesin var skutari nummar 100.000 – hagsta tal í 16 ár. 2006 var eisini árið, tá Vespa-skutararnir fyltu 60 ár.

Upp á trý ár hava italienararnir tvífaldað framleiðsluna av tí kenda klassiska Vespa-skutaranum, sum hesi seinastu árini er vorðin sera væl umtóktur bæði í USA
og í Evropa. Síðan framleiðslan byrjaði í1946, eru seldir umleið 17 milliónir Vespa-skutarar.
 
At Vespa eru so væl umtóktir skutarar er helst klassiska italska designinum fyri at takka, verður sagt.