Evropeiski Mannarættindasáttmálin fevnir um reglur, sum skulu tryggja, at altjóðasáttmálin verður virdur av teimum tjóðum, sum hava tikið undir við altjóðasáttmálanum.
Evropeiski Mannarættindadómstólurin í Strasburg viðger mál, har eitt limaland er skuldsett fyri at hava framt brot á altjóðasáttmálan ella tess viðtøkur. Mannarættindadómstólurin hevur virkað í verandi líki síðani 1998, tá táverandi Mannarættindakommisjónin og Mannarættindadómstólurin vórðu lagdir saman í eitt.
Tað eru tvinnir mátar at kæra til Mannarættindadómstólin uppá: tjóðir kunnu kæra aðrar limatjóðir, og so kunnu einstaklingar og bólkar kæra beinleiðis til Mannarættindadómstólin um eitt limaland.
Mannarættindadómstólurin er ein møguleiki hjá borgarum í Evropa at kæra síni egnu lond, um tey halda, at landið hevur brotið mannarættindi, um tey eru dømd fyri eitthvørt, ella um staturin hevur gjørt seg inn á frælsi hjá teimum. So kunnu tey, eftir at málið er viðgjørt í teirra egna landi, har tey ikki hava fingið viðhald, kæra til Mannarættindadómstólin.
Nýtt og tó
Og tað eru mong, sum nýta henda møguleikan og hava tað fyri neyðini at kæra til Mannarættindadómstólin. Sambært Jón Fríðrik Kjølbro hevur Mannarættindadómstólurin 100.000 mál til viðgerðar í løtuni.
- Sum dómari ímyndi eg mær, at eg komi at viðgera mál, taka støðu til hvussu reglur skulu tolkast, hvussu prógv skulu lesast og tað, sum annars minnir um eitt vanligt dómarastarv. Men hetta fevnir um so nógv lond og harvið eisini ymiskt sløg av kærum, sum vit skulu taka støðu til. Tí verður tað partvíst tað sama, sum eg eri vanur við, og partvíst nakað heilt nýtt, sigur Jón Fríðrik Kjølbro.
Mannarættindadómstólurin hevur ein smidligan hátt at tolka altjóðasáttmálan, sum hevur við sær, at hóast altjóðasáttmálin er frá 1950, so tolkar dómstólurin sáttmálan út frá dagsins samfelagsviðurskiftum í Evropa.
Limalondini eru bundin til at rætta seg eftir niðurstøðunum, sum Mannarættindadómstólurin ger í einstøkum málum, ið tey eru partur av. Og Evroparáðið hevur eitt Ráðharraráð, sum tryggjar, at niðurstøðurnar verða tiknar til eftirtektar.
Síðani mannarættindasáttmálin varð undirskrivaður og samtyktur av fyrstan tíð, er talið av limalondum bara vaksið. Har við er talið av málum eisini vaksið, og brotini á mannarættindini eru vorðin alsamt grovari, soleiðis at tú nú eisini hevur nógv mál, sum snúgva seg um píning, mishandling og ólógliga frælsistøku.
Jón Fríðrik Kjølbro sigur, at tað eru ógvuliga fá mál úr Danmark í Mannarættindadómstólinum í Strasburg, og at hann ikki veit um nakað mál úr Føroyum











