100.000 krónur til meistaran

Hetta kunngjørdi Regin Mikkelsen, stjóri á Ranibow Seafood, á gallaveitsluni fyri hondbóltsspælarum, sum er í høllini á Hálsi í kvøld.

- Einasta treytin, sum vit seta, er at meistararnir fara til Europa Cup, og so ynskja vit eisini, at feløgini her virða tær reglur fyri útlendskum spælarum, sum eru galdandi í Føroyum. Tað gevur jú lítla meining fyri føroyskan hondbólt, um føroysk lið fara í holtur við slíkar kappingar við nógvum útlendskum styrki, sigur Regin Mikkelsen.

Í aðrar mátar verða ongar treytir settar, sigur hann.

- Vit hava bara ynskt at stuðla føroyskum honbólti. Í leiðsluni í felagnum eru vit fleiri, sum halda við ymiskum feløgum, og tí vildu vit ikki stuðla nøkrum einstøkum felag. Vit hava ístaðin valt hetta, og sum so kanst tú siga, at hetta bara er av góðum hjarta. Sjálvandi vóna vit at fáa umtalu, men vit seta altso onga treyt um, at vit skulu nevnast sum sponsorar ella líknandi. Vit vilja bara eggja føroyskum hondbólti í at menna seg, og vónandi tekur okkurt annað virki líknandi stig til at stuðla meistarunum hjá kvinnum. Í so máta hava vit tíverri ikki orku til at stuðla meira enn tí eina meistaranum, sigur Regin Mikkelsen.