100.000 krónur fyri FM

Annað árið á rað letur Rainbow Seafood 100.000 krónur til FM-vinnaran í manshondbólti. Treytin er, at peningurin verður nýttur til Europa-Cup

Hondbóltur: Orsøkin til, at P/F Rainbow Seafood letur stuðulin, er at eigararnir hava stóran áhuga fyri hondbólti og hava eitt ynski um at menna hann. Vónin er, at stuðulin gevur FM-vinnarunum ein møguleika og kanska eitt skump til taka lut í altjóða hondbólti, sum er ein fortreyt, skal føroyskur hondbóltur koma upp á hægri stig.
Undirstrikað verður, at liðið, sum fær stuðulin, skal í mestan mun nýta føroyskar spælarar í altjóða luttøkuni, og tí er treytin, at føroysku serreglurnar um, at í mesta lagi tríggir útlendingar eru á liðnum, eru galdandi. Tað er bara føroyameistaraliðið í manshondbólti, sum fær stuðulin.