10 tekin, ið siga, at hon er góð í songini 2/3

Tað eru tíggju ting, tú skalt hyggja at, um tú vilt vita, um hon er góð í songini, áðrenn tú tekur hana við tær heim, skrivar blaðið M! M! blaðið gevur nú øllum mannfólkum eina hjálpandi hond. Tað ber nú til at síggja, um kvinnan er góð í songini ella ikki, áðrenn hon verður tikin við heim.

 

Tað eru nevnliga 10 tekin, menn skulu leggja serligan dent á:

 

 

5. Sexologurin meinar, at nummar fimm er eitt tað týdningarmiklasta. Grenjuttar kvinnur eru vánaligari í songini. Er ein kvinna grenjutt, er tað ofta tí, at hon gevur øðrum menniskjum ábyrgdina fyri, at tað gongur illa hjá henni ? og somuleiðis í songini. Ein grenjutt kvinna gevur manninum skyldina fyri, at hon ikki fær orgasmu, meðan tey hava sex. Sjálvstøðugar kvinnur, ið taka ábyrgdina fyri sínum egna lívi, eru betri í songini.

 

6. Ein kvinna við yvirskoti, lurtar og spyr inn til mannin ? eisini hóast hon ikki hevur so stóran áhuga fyri tí nýggja bilinum, tú júst hevur keypt. Dugir kvinnan at veruliga lurta, veit hon eisini betur, hvat hann vil hava.

 

7. Dugir ein kvinna at flirta, veit hon eisini, hvat menn vilja hava. Millum annað kann kvinnan flirta við at drekka sexutt av drinkinum.