Um kvøldið tann 6. apríl í 1994 varð flogfarið við rwandiska forsetanum Juvenal Habyarimana skotið niður. Tað gjørdist byrjanin til eitt av teimum ringastu fólkamorðunum í nýggjari tíð, og tær næstu trettan vikurnar vórðu umleið 800.000 fólk myrd.
Altjóða samfelagið visti, hvat hendi, men gjørdi einki fyri at steðga fólkamorðinum.
Men Rwanda kundi sloppið undan ræðuleikun-um, høvdu ST og Vesturheimurin sent eitt friðar-varðveitandi herlið til landið. Tað skrivar kanadiski heryvirmaðurin Romeo Dallaire, sum stóð á odda fyri einum lítlum ST-liði, sum var í Rwanda, men sum var so illa mannað, at tað fekk einki gjørt. Men sambært heryvirmanninum høvdu ST og Vesturheimurin góða tíð at fyrireika seg, tí fólkamorðið var lagt til rættis fleiri vikur frammanundan, sigur hann.
Núverandi rwandiski forsetin, Paul Kagame, leggur altjóða samfelagið undir at hava gloymt tey, sum gjørdust offur fyri fólkamorðinum fyri 10 árum síðani. Hann sigur, at tað var húðarliturin hjá offrunum, sum gjørdi, at hvørki ST, ES-londini ella Clinton-stjórnin í USA rættu hond frá síðu fyri at fyribyrgja tí, sum hendi.
Hesa vikuna eru minningarhald um alt Rwanda til minnis um tey umleið 800.000, sum lótu lív í fólkamorðinum.