Í kvøld hittast ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum í Bruxelles at tosa um, hvat skal gerast fyri at fáa hjólini at mala aftur og at útvega fólki arbeiði.
Nýggj hagtøl hjá ES-hagstovuni Eurostat vísa, at politikararnir hava nóg mikið at tosa um. Í hagtølunum sæst, at í januar høvdu 10,1 prosent av arbeiðarafjøldini í teimum 27 ES-londunum einki arbeiði. Í januar í fjør var arbeiðsloysið 9,5 prosent. Tað merkir, at 24,3 milliónir ES-borgarar eru arbeiðsleysir, og tað er meiri enn fólkatalið í Danmark, Svøríki, Finnlandi og Írlandi tilsamans, skrivar DR.
Skuldarkreppan hevur serliga rakt evrulondini, og ES-hagstovan metir, at 16,9 milliónir fólk í evrulondunum hava einki arbeiði. Tað er næstan hálvonnur millión fleiri enn í januar í 2011 og 185.000 fleiri enn í desember í fjør.