Føroyar spældu í kvøld U-21 EM undankappingardyst í Portugal. Úrslitið var, at heimaliðið vann 4-0. Tað sá annars heilt leingi út til, at talan fór at verða um fínt úrslit, men síðstu løtuna skrædnaði tað. Portugal legði seg á odda sjey minuttir eftir steðgin, og síðstu 10 minuttirnar skoraði Portugal trý mál.
Føroyska liðið var í 5-4-1 uppstilling. Verjukenda uppstillingin bar við sær, at tað nógva gekk fyri seg á føroysku hálvuni, og í fyrra hálvleiki spældi heimaliðið seg til onkrar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora.
-Tað er harmiligt, at tølini síggja so ljót út sum 4-0 tap, tí inntil síðstu løtuna, tá ið Portugal skoraði trý mál, var talan um avrik, sum vit eru væl nøgdir við. At tað gekk so striltið hjá heimaliðnum at skora, bar frustratiónir við sær, og vit høvdu onkran møguleika at javna til 1-1, áðrenn tað skrædnaði. Tá gjørdu vit mistøkini, sum vit vistu fóru at verða sektað, og soleiðis varð tað, sigur Eyðun Klakstein úr Portugal.
Føroyska ferðalagið fer úr Poetugal fyrrapartin í morgin.
Næsti EM undankappingardysturin hjá U-21 landsliðnum verður mikudagin 4. september í Kroatia,
Portugal – Føroyar 4-0 (0-0)
EM undankappingardystur á Estádio de Sao Luis í Faro í Portugal hósdagin 21. mars 2024
1-0: Fabio Silva 52.
2-0: Carlos Forbs 87.
3-0: Youssef Chermiti 94.+
4-0: Mateus Fernandes 98.+
Dómarakvartett úr Estlandi: Joonas Jaanovits, Aron Härsing, Neeme Neemlaid og Karl Koppel
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási Dam (Bergur Poulsen, 90.,) Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson (Signar á Brúnni, 66.) – Heini Sørensen (Jens Erik Bruhn, 100.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Ejvind Mouritsen, 100.), Noah Mneney, Poul Kallsberg (Gutti Dahl-Olsen, 83.) – Áki D. Samuelsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóannes Davidsen, Olaf Bárðarson, Jákup N. Vilhelmsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen