10 km ov skjótt er ov nógv

Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir eitt átak um ferð. Endamálið er at fáa fólk at broyta hugburð og koyra soleiðis sum ferðslulógin sigur. – Ov nógv ferð er oftast orsøk til ferðsluvanlukkur, har onkur doyr ella kemur álvarsliga til skaða. Hesum vilja vit steðga, verður sagt.

Átakið frá RFF byrjar í dag og varir hesa og næstu vikuna, og verður gjørt við kunnandi tilfari og lýsingum í fleiri miðlum – millum annað á Facebook.

Málbólkurin eru teir mongu vanligu bilførararnir, sum vilja koyra ábyrgdarfult og halda seg eisini gera tað. Fyri mong av hesum hevur tað at koyra 10 km ov skjótt ikki so nógv at siga. Men tað hevur tað so sanniliga fyri ferslutrygdina.

- Fólk meta ofta at hetta er vandaleys koyring, tí tey hava ikki vitan um avleiðingarnar av at koyra ov skjótt ella siga sum so, at tað gera hini eisini.

- Bilførarar vísa eisini á, at bæði vegir og bilar gerast betri og betri, og at fólk flest hava størri fokus á tey sum koyra alt ov skjótt, sigur Ferðslutrygd.

Við átakinum ætla tey at broyta hugburðin hjá føroyingum, soleiðis at talið av teimum ið doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsluni, minkar.

Fyri RFF er greitt, at tey her hava eitt arbeiði at gera. Ein nýggj kanning vísir, at bert 1/3 av føroysku bilførarunum siga seg halda hámarksferðina.

(mynd: snar.fo)